Nýggja sjónvarpsavtalan millum BBC og Premier League krevur, at allir venjararnir skulu gera samrøður við BBC undan og eftir sínar dystir. Tað hevur Sir Alex Ferguson tó ongan hug til. Hann hevur ikki tosað við BBC, síðani teir í 2004 gjørdu ein dokumentar um sonin hjá honum og hansara arbeiði sum umboðsmaður fyr fótbóltsleikarar. Sir Alex bað BBC um eina umbering fyri sendingina, men tí noktaði BBC fyri at gera.
Í vikuskiftinum var tað 13. ferð, at Sir Alex ikki tosaði við BBC í ár og sambært Dailymail, so hevur leiðslan í Premier League fingið nokk. Teir kunnu geva eina bót upp til góðar 200.000 krónur hvørja ferð ein venjari ikki heldur seg til avtaluna. Tað verður tó mett av Dailymail, at Premier League fer at taka til takkar við á leið 50.000 krónum fyri hvønn dyst.
Sostatt kunnu Sir Alex og Manchester United vænta sær eina bót uppá yvir eina hálva millión krónur í næstum.