Sir Alex er verjuleysur

Hóast teir eru oddalið í Premier League, partur av hálvfinalunum í Champions League og í finaluni í FA-Cup kappingini, so hevur venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson stórt høvuðbrýggj.
Hetta snýr seg serliga um verjupartin á liðnum, har hann í løtuni ikki hevur nakran av teimum vanliga føstu spælarunum tøkan. Í gjárkvøldið varð Patrice Evra skaddur, tá Sheffield United vitjaði í Manchester. Eftir hetta var verjan hjá oddaliðnum mannað við Thomas Kuszczak í mál, Wes Brown og Gabriel Heintze í miðverjuni meðan Darren Fletcher og Kieran Rechardson á bakkunum.
Hóast hetta, so eydnaðist United at vinna dystin 2-0 við málum frá Carrick og Rooney. Soleiðis eru teir nú aftur seks stig framman fyri Chelsea, ið skal spæla útidyst móti West Ham í kvøld.