Sir Alex aftur ákærdur

Venjarin hjá Manchester United hevur aftur sagt ov nógv sambært enska fótbóltssambandinum. Hesa ferð er talan um dómaran Howard Webb. Enska fótbóltssambandið, FA, hevur reist kæru móti Sir Alex Ferguson fyri at hava úttala seg um Howard Webb undan dystinum móti Chelsea sunnudagin. Tað er nemmiliga ikki lov at tosa um dómaran undan einum dystinum, men fríggjadagin, tveir dagar undan brakinum móti Chelsea, kláraði Sir Alex Ferguson ikki at halda sær.

 

- Vit fáa tann besta dómaran, eingin ivi um tað, men at fáa ein vánaligan dóm í móti okkum er størsti óttin, segði Sir Alex Ferguson.

 

Sir Alex fekk fyri kortum eitt venjara leikbann upp á fimm dystir, fyri hansara úttalsir mótvegis Martin Aktinson, sum dømdi fyrra dystin millum liðini í hesum kappingarárinum.

 

Í tíðindaskrivi skrivar FA, at Sir Alex Ferguson hevur til klokkan 16 mánadagin at svara upp á kæruna.