Sinnisveik og menningartarnað mótmæla

Bæði Javni, sum er felagsskapurin fyri menningartarnað, og Sinnisbati, sum er felagsskapurin fyri sinnisveik, mótmæla nú harðliga ætlanini at byggja íbúðir fyri sinnisveik í Sandavági. Í einum formligum mótmæli, mæla hesir báðir felagsskapirnir staðiliga til, at íbúðirnar verða bygdar í Tórshavn, sum upprunaliga ætlað.

Mótmælið kemur í kjalarvørrinum á, at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur gjørt av at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn og at flyta verkætlanina til Sandavágs ístaðin og har tey siga, at ætlanin er at samantvinnað sinnisveik og menningartarnað eina felags verkætlan.

Í Havnini eru nógv flest tilboð til sinnisveik og her býr eisini so nógv fólk og sostatt nógv størri møguleiki hjá hesum bólki at fella inn í samfelagið.

Hinvegin er stórur vandi fyri, at tey ikki fella inn í samfelagið á smærri plássum.

Umframt at mótmælið er sent landsstýriskvinnuna, er tað eisini sent løgtinginum.