Sinnissjúkur maður ætlaði at myrða Filippu Reinfeldt

Svenska løgreglan hevur tikið ein mann, sum hevði lagt ætlanir um at beina fyri svensku forsætisráðharrafrúuni

Tann 42 ára gamli maðurin er nú á einum sinnissjúkrahúsi í býnum Huddinge, og væl mannað løgreglulið standa á varðhaldi á sjúkrahúsinum.

 

Undir avhoyringum hjá trygdarløgregluni Säpo skal maðurin hava viðgingið, at hann ætlaði at keypa sær eina skammbyrsu, sum hann skuldi brúka til at myrða Filippu Reinfeldt við. Felippa Reinfeldt er gift við svenska forsætisráðharranum, Fredrik Reinfeldt.

 

Løgreglan sigur, at maðurin býr í einari íbúð, sum er nakrar fáar hundrað metrar frá arbeiðsplássinum hjá Felippu Reinfeldt í Handverkargatan í miðbýnum í Stockholm. Tá løgreglan rannsakaði íbúðina, kom hon fram á kort av miðbýnum og tekningar av nøkrum bygningum har um vegir.

 

Sambært Aftonbladet visti Felippa Reinfeldt einki um drápsætlanina, tá blaðið ringdi til hennara í gjárkvøldið, og sum skilst hevði løgreglan heldur ikki kunnað mann hennara.

 

 

Sinnissjúkur

 

Säpo sigur, at tann 42 ára gamli maðurin hevur havt samband við sálarfrøðingar í fleiri ár. Fyrst í hesum mánaðinum var hann so illa fyri, at læknarnir gjørdu av, at hann skuldi tvingsilsinnleggjast, og tað var tá, at hann avdúkaði sínar ætlanir um at beina fyri Felippu Reinfeldt. Millum annað greiddi hann frá, at hann hevði savnað sær 5.000 svenskar krónur, sum hann skuldi keypa eina skammbyrsu fyri.

 

Maðurin skal eisini havt sagt, at hann væntaði at blíva tikin aftan á morðið. Hann hevði kannað, hvørja revsing hann kundi fáa sambært svensku revsilógini, men hann var ikki vorðin skelkaður av tí, sum hann hevði lisið har.

 

-Mín gerandisdagur verður ikki so nógv øðrvísi, um eg skal sita í fongsli, skal maðurin hava sagt.