SINNISBATI
Sinnislíðandi eru framvegis við skerdan lut, tá ið tað snýr sum deildir, ið verða latnar aftur á Landssjúkrahúsinum. Í kreppuárunum vórðu psykiatrisku deildirnar stongdar ávís tíðarskeið á árinum fyri at spara pengar. Felagið Sinnisbati, sum arbeiðir til frama fyri at bøta um korini hjá teim sinnisbrekaðu í Føroyum, heldur, at tíðin er farin frá hesum afturlatingunum.
- Hetta hevur verið søga, sum hevur endurtikið seg í fleiri ár vegna sparingar. Men hóast vit hava mótmælt hesi steingjan, verður hetta framvegis gjørt, eisini í summar, tá ið deildir hava verið og verða stongdar hóast fíggjarstøða Føroya er púrasta broytt frá tí, at stongjan av heilum deildum byrjaði fyrst í nítiárunum. Psykiatriska økið er frammanundan illa fyri. Ístaðin fyri at spara á hesum øki, átti meiri peningur at verðið játtaður, tí tilboðini til psykisk sjúk eru ógvuliga avmarkað. Eitt nú átti ein reglulig samtaluterapi staðið øllum sjúklingum í boði. Hetta er rættiliga vanligt í grannalondum okkara., sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata í formansfrágreiðing síni.
Í álitinum um bústaðartørv hjá teim sálarsjúku, sum varð handað landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum í vár, sigur Sinnisbati, at psykiatriska deild má fáa størri fíggjarjáttan, soleiðis at heilar deildir ikki framhaldandi verða stongdar fleiri ferðir um árið sum tað hevur verið gjørt. Hetta er ikki virðiligt fyri sjúklingar, er ørkymlandi og darvandi fyri viðgerðina, verður sagt.









