Sinnisbati mótmælir


 

Fyri jól sendi felagið Sinnisbati almanna- og heilsumálastýrinum og Landssjúkrahúsinum eitt mótmælisskriv.

Sinnisbati mótmælir harðliga í skrivinum, at psykiatiska deild 1 á Landssjúkrahúsinum er stongd í tíðarskeiðnum 22. desember til 8 januar.

Felagið hevur áður gjørt vart við tær óhepnu og ørkymlandi avleiðingarnar, ið kunnu standast av, at sinnisliga sjúk fólk verða tvangsflutt á aðrar psykiatriskar deildir ella at fara heim í úrtíð.

Sinnisbati mótmælir hesi mannagongd, fer gjølla at fylgja við málinum og vónar, at hetta ikki fer at endurtaka seg í framtíðini.

Endamálið hjá felagnum Sinnisbata er, at bøta um korini hjá sinnisbrekaðum, at útvega teimum vardar íbúðir og at finna teimum hóskandi arbeiði og frítíðarítriv.