SINNISBATI
Føðingardagurin hjá Sinnisbata verður hildin í Norðurlandahúsinum leygardagin. Byrjað verður kl. 14. Í hesum sambandi fær felagið vitjan úr Íslandi. Haðani kemur Heðinn Unnsteinsson, sálarfrøðingur, sum er leiðari fyri "verkætlanini til sálarliga heilsu" í Íslandi. Heðinn er fyrrverandi tunglyndissjúklingur, sum hevur kent trupulleikarnar í egnum lívi. Seinni fór hann so at lesa til sálarfrøðing í Amerika. Hann vísir nú øðrum á møguleikar at koma úr sinniskreppum, samstundis sum hann vísir ljósmyndir og greiðir frá um evnið "Sálarlig heilsa, lívsgleði og lívseydna."
Saman við Heðinni kemur eisini fysioterapeuturin Ebba Ásmundsdóttir, sum hevur verið við í verkætlanini hjá Heðinni. Hon fer at hugleiða um sálarliga heilsu.
Undir tiltakinum syngja og spæla Lena og Niclas.
Um kvøldið verður døgverði á Hotel Hafnia fyri innbodnum, har nevndarlimirnir seinastu 20 árini verða við, saman við øðrum gestum.
Sjón fyri søgn
Tað var á vári í 1982, at nøkur fólk tóku stig til at fara undir fyrireikingar til stovnan av einum áhugafelagi fyri sálarsjúk fólk. Á stovnandi fundinum vórðu hesi vald í fyrstu nevndina í Sinnisbata. Arni Ludvig, Katrin Dahl, Berlina Hentze, John Smith og Karin Margretha Joensen-Næs.
At stovnanin av Sinnisbata fyri 20 árum síðani hevur havt sín týdning, prógvar virkna arbeiði felagsins øll árini síðani við úrslitum, ið ganga sjón fyri søgn.
Sinnisbati er í dag eitt felag, ið allir føroyingar viðurkenna, sum felagið, ið umboðar tey sinnisveiku og sjúku. Somuleiðis hava myndugleikar landsins viðurkent Sinnisbata, bæði í tí at teir taka felagið í fullum álvara og taka tað við í ráðleggingini av framtíðarviðurskiftum teirra sálarsjúku og í tí at teir hava sett Sinnisbata í fíggjarløgtingslógina.
Nevnd og útlit
Nevndin í Sinnisbata, sum varð vald á aðalfundi 12. mai, er Svenning av Lofti, sum er formaður, Margreta Poulsen, næstformaður, Arnfinn Poulsen, kassameistari, Tummas Thomassen, skrivari, Ásla Svensson, nevndarlimur, Maria Andersen, eykalimur, Sólbjørg Petersen, eykalimur og Soffi Egholm, eykalimur.
Í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá felagnum verður sagt, at ár 2000 fer í søguna, sum tað árið, tá ið fíggjarnevnd løgtingsins metti tað vera rætt at felagið Sinnisbati varð sett á fíggjarløgtingslógina við einum stuðli á 200.000 kr. Felagið tekur hetta sum eina viðurkenning frá samfelagnum av arbeiði felagsins fyri teim psykisk sjúku og at felagið fær høvi at gera eitt enn betri arbeiði til frama fyri hesar samfelagsborgararnar, sum felagið varð stovnað fyri at hjálpa.
Fleiri enn 400 limir eru nú í Sinnisbata og limatalið økist í hvørjum.










