Sinnisbati hómar ein glotta eftir fund við Rósu

Sinnisbati og Rósa Samuelsen hava í dag havt fund um tær 16 íbúðirnar, sum landsstýriskvinnan hevur ætlanir at flyta til Sandavágs. Forkvinnan í Sinnisbata hómar nú ein glotta í málinum. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, var fyrrapartin á fundi við nevndini í Sinnisbata.

Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, segði við Sosialin í gjár, at Rósa Samuelsen ger Vágar til eina ghetto fyri sinnisveik, um hon flytir byggingina av íbúðum úr høvuðsstaðnum og til Sandsvágs.

- Tað ger Vágar til eitt slag av ghetto fyri sinnisveik, og tað er avgjørt ikki til frama fyri hendan bólkin av okkara samfelagsborgarum, segði Soffi Egholm.

Forkvinnan í Sinnisbata sigur við Rás2 í dag, at fundurin var ikki almennur, og tí kann hon ikki siga, hvat hon og Rósa Samuelsen tosaðu um.

Hon sigur tó, at hon sær ein glotta fyri framman, og at ein endalig avgerð væntandi fyriliggur í næstu vikur.