Sinnisbati skipar fyri fundi í Miðavágs-Sandavág skúla mikukvøldið. Á skránni verður millum annað upplýsing um psykiatri og stovnan av økisfelag hjá Sinnisbata, sigur Soffi Egholm, formaður í Sinnisbata.
Fundarskráin á Giljanesi týskvøldið fjølbroytt, sigur Soffi Egholm. Fyrst fer hon sjálv at bjóða vælkomin og helst at sig eitt sindur um felagið Sinnisbata.
Síðan fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, at tosa um framtíðar psykiatri.
Eftir landsstýrismannin fer Tormóður Stórá, lækni, at tosa um psykiatri á einum vegamóti.
At enda fer Inga Poulsen Dam, prestur, at hava eitt innlegg, hon kallar Menniskja í miðdeplinum.
Sámal Ravnsfjall og vinmenn fara at undirhalda við Vágatónleiki, sigur Soffi Egholm, sum fegnast um ta vælvild, og tann posoitiva vilja, tey hava møtt í samband við tiltakið, tey skipa fyri.
Hugskotið til at hava hetta tilltakið á Giljanesi er komið frá teimum, sum arbeiða í sambýlinum fyri sinnisveik í Sandavági. Tey ynsku at skipa fyri einumhvørjum, sum kundi greiða fólki frá, hvat pysikiatri er fyri nakað, og hvat tað inniber.
?Samstundis gingu vit við ætlanum um at stovna økisfeløg kring landið, greiðir Soffi Egholm frá. Eitt felag er stovnað í Suðuroy, og ætlanin var so at fara í Norðoyggjar, Eysturoy og so vestur í Vágar. Nú hetta tiltakið verður fyriskipað, varð hildið rímiligt at stovna eitt økisfelag samstundis, sigur hon. Sostatt komu Vágar nú fram um í røðini.