Sinniliga undirskotið er størsti bágin

Frágreiðingin, sum hevur verið brúkt um stórtapini seint á árinum seinnapartin av níti árunum, kann bara lutvíst brúkast

Tað skerst illa, tá fótbóltslandsliðið roynir seg seint á heystinum. Hetta er ein útsøgn, sum leygardagin aftur fekk eina skorðu undir seg. Men frágreiðingin, sum hevur verið brúkt um tapini seint á árinum, kann bara lutvíst brúkast longur, og tað er ivasamt, hvussu nógv er í henni. Tað er rætt, at summir spælarar hava lílta dystarvenjing, men tað er bara ein partur av frágreiðigini. Hin parturin ? og tað er uttan iva tann týdnigarmesti ? er, at tað framvegis er alt avgerandi, hvussu spælararnir eru tunaðir inn á einstøku uppgávuna.

Síðani Allan Simonsen í 1994 gjørdist venjari, hava føroyingar fleiri ferðir lagt rygg til stór tap á útivølli seint á árinum. 12. oktober í 1994 vann Skotland 5? 1 á Hampden Park í Glasgow og 16. november sama árið vann Finnland 5?0 í Helsingfors.

? Føroysku spælararnir hava onga dystarvenjing so seint á árinum, og teir eru sinniliga farnir í vetrarfrí fyri langari tíð síðani, varð frágreiðingin.

Í 1995 var sama skilið niðri á Kreta. Grikkaland vann 5?0, øll málini vórðu skorað seinasta hálva tíman, og tí var upplagt at brúka somu frágreiðingina sum árið frammanundan.

Í 1996 varð síðsti dysturin taptur 3?0. Tað var 23. oktober í Slovakia. Úrslitið var ikki hildið at vera púra burturvið. Henda metingin komst av, at landsliðið 6. oktober á Svangaskarði hevði tapt 8?1 ímoti Jugoslavia. Ta ferðina var tosið um dystarvenjing og sinniligt undirskot brúkt. Eftir tapið í Zürich er upplagt at sammeta avrikið við henda dystin ímóti Jugoslavia og við tann í Estlandi 4. juni í 1998. 5?0 tapið ta ferðina er tað størsta tey seinastu árini.

Seinasti dysturin í 1997 var eitt undantak frá tí omanfyri nevnda. 11. oktober var landsliðið í Gijón í Spania, og úrslitið var 3?1 til heimaliðið. Føroyska liðið átti stóran heiður av tí avrikinum. Spælararnir vistu, at teir stríddust ímóti einum stórveldi, teir góvu seg meiri enn eitt hundrað prosent, og tað sást aftur í avrikinum og úrslitinum.

Í 1998 endaði landsliðsárið við ferð til Litava og Skotland. Dystirnir vórðu spældir ávikavíst 10. og 14. oktober. Úrslitið í Litava var 0?0, og í Skotlandi var heimaliðið heppið at vinna 2?1. Talan var sostatt um tvey frágera góð úrslit hjá føroyska liðnum.

Men hagtølini siga ikki allan sannleikan um dystirnar. Leygardagin var trýstið á føroyska málið sera stórt, og Sveis fekk í 1. hálvleiki fýra mál.

Tá føroyingar fyri tveimum árum síðani vóru í Litava, var sjónvarpið við. Tíverri var einki samband til Føroya fyrra partin av 1. hálvleiki. Men tey, sum vóru við á ferðini, og tey, sum hoyrdu frásøgnina í útvarpinum, munnu minnast, at trýstið á føroyska málið fyrstu løtuna ta ferðina var sera stórt.

Litavar høvdu fleiri upplagdar møguleikar at gera mál. Teir fingu einki mál, tí teir vóru ikki nóg neyvir, og tí at Jákup Mikkelsen vardi málið heilt framúr væl. Høvdu teir havt skorað tvey ella trý mál hesa løtuna, hevði verið upplagt at brúkt frágreiðingina um lítla dystarvenjing.


Hava ikki vetrarfrí

Í fjør endaði landsliðsárið í Prag. Kekkia vann 9. oktober 2?0. Føroyska avrikið var fínt, og eingin tosaði um, at spælararnir sinniliga vóru farnir í vetrarfrí.

Leygardagin vóru vit vitni til, at landsliðsárið endaði við lítið hugaligum stórtapi. Tað tóktist, sum um nógvir spælarar vóru sinniliga farnir í vetrarfrí. Men tað er vert at leggja til merkis, at ein størri partur av liðnum enn nakrantíð áður var ikki farin í vetrarfrí, tá síðsti dysturin var á skránni.

Teir, sum hava verið í Íslandi í ár, hava ikki spælt í fleiri vikur. Leygardagin sást, at hetta er ein trupulleiki. Teir, sum spæla fótbólt í Noregi, eru ikki farnir í vetrarfrí. Komandi vikurnar skulu teir stríðast fyri at fáa fulla úrtøku burturúr langa kappingarárinum. Í Sveis tóktust teir vera móðir og slitnir. Tað var ein trupulleiki fyri landsliðið, og tað kann komandi vikurnar gerast ein trupulleiki fyri Sogndal . Hjá teimum tykist trupulleikin ikki vera, at kappingarárið er liðugt, men heldur at tað hevur verið ov langt.

Tríggir spælarar úr superliguni vóru á vøllinum leygardagin. Teir skulu spæla ein lítlan mánað afturat, áðrenn teir fara í vetrarfrí. Avrikini hjá teimum leygardagin boðaðu ikki frá, at hetta verður nakar trupulleiki.

Heimligu spælararnir eru farnir í vetrarfrí. Teir stóðu seg misjavnt í Sveis. Øssur verður sagdur at hava staðið seg serliga væl, men hann hevur ikk vant meiri ella minni enn hinir. Tí ber ikki til at gera nakra serliga niðurstøðu um trupulleikarnar, sum heimligu spælararnir hava seint á árinum.


Mótstøðuliðið stóran týdning

Úrtøkan er sjálvandi mest av øllum tengd at, hvørjum liði tað verður spælt ímóti. Ofta hevur verið tikið til, at bestu mánaðirnir til landsdystir hjá Føroyum eru juni, august og september.

Ivaleyst eru hetta mánaðirnir, tá føroysku spælararnir eiga at vera best fyri, og hetta eru mánaðirnir, tá veðrið til fótbólt er best í Føroyum. Men hagtølini vísa ikki, at hetta eru mánaðirnir, tá tað hevur ligið best fyri. Í september eru higartil spældir 13 dystir, í august 10 og í juni 9. Føroyingar hava vunnið ein dyst í hvørjum av hesum trimum mánaðunum, og málmunurin hevur heldur ikki verið at reypa av. Í september er hann 6?45, í august 8?20 og í juni 5?22.

Føroyingar hava spælt eina ferð í januar ? 0?1 ímóti Finnlandi í ár ? og eina ferð í mars ? 0?0 ímóti Andorra í fjør. Tann mánaðin, tá tað annars higartil hevur roynst frægast hjá landsliðnum, hevur verið apríl, tá tað ikki hevur havt møguleikar at vera á tidinum. Landsliðið hevur spælt sjey dystir í apríl. Fýra eru taptir, tríggir eru vunnir, og málmunurin er 6?12. Men so skal undirstrikast, at sigrarnir eru vunnir á Kanada, Malta og Liktinstein.

Dysturin ímóti Sveis var tann 11. í oktober. Bara ein er vunnin (3?1 í San Marino í 1995), ein er endaður við javnleiki (0?0 í Litava í 1998), og tapið í Zürich var tað níggjunda oktober tapið. Samlaði málmunurin í hesum mánaðinum er 9?37. Hesa ferð vóru nógvir spælarar ov illa stillaðir inn á ella tunaðir inn á avbjóðingina. Sveis ljóðar ikki tað sama sum Spania í altjóða fótbólti. Møguleikin fyri stórtapið var ikki stórvegis størri, enn hann var, tá landsliðið í juni í 1998 var í Estlandi. Ta ferðina endaði tað illa, og soleiðis var tað aftur hesa ferð.