Meðan talsmenninir hjá Robert Mugabe hava úr at gera við at greiða frá, hvussu dyggan sigur forsetin vann seinasta vikuskiftið, roynir andstøðan at fáa hini londini í Afrika at nokta at viðurkenna úrslitið.
-Leiðararnir í afrikanska eindarfelagsskapinum mugu nokta at viðurkenna Mugabe sum lógligan forseta í Zimbabwe, sigur andstæðuleiðarin, Morgan Tsvangirai, við BBC.
Andstøðan vann tjóðartingsvalið í vár og hevur tí meiriluta har, og hetta eigur andstøðan at gagnnýta, sigur Tsvangirai. Hann vísir á, at flokkurin hjá Mugabe hevur viðurkent, at hann hevur ikki meiriluta í tinginum longur, og tí ætlar Tsvangirai at virka fyri at fáa tingið at samtykkja eina tíðarætlan fyri, nær Zimbabwe skal fáa nýggja grundlóg.
Sjálvur ivast Tsvangirai ikki í, at tað ber til at røkka málinum, men treytin er, at altjóða samfelagið heldur á at leggja trýst á Mugabe. Hann avvísir ikki møguleikanum at gera Mugabe til ein part av einari semju.
-Kanska kann hann halda fram sum forseti í einari skiftistíð, sigur Tsvangirai við BBC.