Sinnaður at samráðast

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, sigur nú, at hann er til reiðar at samráðast við Sýrialand um ein friðarsáttmála, men hann leggur kortini treytir við.

Við ísraelska sjónvarpið sigur Sharon, at tað er greitt, at sýriska stjórnin fer at leggja nøkur krøv fram, men tað fer Ísrael eisini at gera, sigur hann. Sýrialand hevur fyrr sagt, at landið er sinnað at samráðast við Ísrael, men at samráðingarnar skulu byggja á ST-samtyktir. Hesum hevur Ísrael fyrr víst aftur.

Seinast í nítiárunum samráddust Ísrael og Sýrialand, men samráðingarnar slitnaðu, tí partarnir kundu ikki semjast um Golan-herurnar, sum Ísrael hersetti í 1967, og sum Sýrialand vil hava aftur.