Súkkling
Sambært týska dpa var royndin, sum Sinkewitz læt tann 8. Juni positiv. Testosteron-innihaldið í royndini var væl hægri enn tað loyvda, tá royndin varð tikin. Súkklarin, sum er á liðnum hjá T-mobile, er tó ikki longur við í Tour de France. Hann mátti nevnliga gevast herfyri, tá hann var við í einum dramatiskum falli og endaði millum áskoðararnar.
Sinkewitz hevur seinnu árini verið mettir sum ein av evnaríkastu súkklarunum í Týsklandi. Hann hevur nú fimm dagar umhugsanartíð, har hann skal gera av, hvørt hann vil taka eina nýggja B-roynd.