Vælumtókta spælið Singstar er nú so mikið útbreitt, at sjálvt barrir fara undir at gera kappingar, og kjósa ein Singstar vinnara. Pubbin á Tvøroyri er nú farin undir eitt nýtt átak, sum má sigast verða tað fyrsta av sínum slag. Leygarkvøldið verður Singstar kapping á Pubbina á Tvøroyri, og vinnaran fær ókeypis atgongd til Pubbin og Seglhúsloftið inntil 1. februar. Fyrireikararnar siga, at spælið er vorði væl umtókt millum ungdómin, og tískil er ynski um at fylgja við rákinum, og geva ungdóminum tað tey vilja hava.
Hetta kann sigast at verða eitt nýtt slag av karaoke, einasti munurin er tann, at spælið sjálvt finnur ein vinnara.