Ert tú single og veit ikki rættiliga, hvat tú skalt gera 14. februar, tá øll hini pørini kissimissast uttan tú? Planet.fo hevur spurt ung fólk, ið eru single, hvat tey fara at gera á Valentinsdag 2010.
Finnbogi Ferjá Joensen, 20 ár
Eg havi faktiskt hugsað um at spurt onkra fitta gentu, sum eg ikki kenni sp væl, um vit skulu hava ein >>Play Date<<. Einki alvorligt, bara hygg, eftirsum at øll pørini gera okkurt. Ein vinkona hjá mær fer á blind-date, mega festligt.
Brynjolfur á Heygum, 24 ár
Einki serligt ? eg fari bara at liggja heima við timburmonnum. Eg haldi ikki, at tað er so keðiligt. Haldi tó, at mann skal gera okkurt burtur úr, tá mann hevur damu, men eg sakni tað ikki.
Helena Justinussen, 19 ár
Eg og fýra aðrar vinkonur fara út at eta, síðan keypa nógv bomm og hyggja eftir Valentines Day í biografinum.
Marita Johannesen, 21 ár
Eg fari í býin í Danmark. Eg fari at vitja barrina, sum eg arbeiddi á, tá eg búði niðri. Vit halda >>Stamkundefest<<, so eg fari at hugna mær við vinum og kenningum.