Single-kvøld
Vertshúsið hevur fingið áheitanir um at fyriskipa eitt singul kvøld av og á. Tað eru nógv sum eru singul og tíma ikki at fara einsamøll á Vertshús. Leygarkvøldið 2. oktober verður eitt singulkvøld í Vertshúskjallaranum við hugnatónleiki, kertuljósum, amorøsari drinksmenu og kærleika í luftini. Vertshúsleiðslan vónar at nógvir singlar koma í kjallaranan Leygarkvøldið og hvør veit ? kanska situr "your lifes companion" har ótolin og býðar við tveimum "Kiss Me Quick" cocktailum og østrogenini fara upp á kók.










