Í 1990 fekk Sinead O’Connor gjøgnumbrot við risahittinum Nothing Compares To You, sum Prince skrivaði. Sangurin telist millum stóru hittini í poppsøguni.
Nú hevur Sinead O’Connor fingið nóg mikið av sanginum, og hon er givin at syngja hann.
- Nú er tíðin komin at sgevast at synjga Nothing Compares 2 U á konsertum í eina tíð, skrivar O’Connor á sínum Facebook vanga.
- Eftir at hava sungið sangin í 25 ár, upplivdi eg fyri 9 mánaðum síðani, eg eg kundi ikki geva sanginum nakrar kenslur longur. Eg vil ikki hava, at áhoyrarar verða skuffaðir, tá teir koma á konsert hjá mær, og tí sigi eg frá nú, sigur hon.