Hetta verður gjørt eftir samtykt í heilsu- og umhvørvisnevndini. Orsøkin er, at kanningar av vatninum í Sandá hava víst, at niðari partur av ánni frá Eikini og omaneftir er dálkaður av spillivatni. Kanningin vísir, at ov nógvar koliformar bakteriur og termotolerantar bakteriur eru í ánni.
Líkt er til, at brek er á eini kloakk frá einum síðuvegi til Velbastaðvegin, og at spillivatn úr henni seyrar út í ánna.
Kommunan kannar brekið, og stig verða sum skjótast tikin til at bøta skaðan.
- Skelti verða sett upp úti í Sandágerði, sum siga frá, at mælt verður frá at svimja í ósanum. Áhaldandi kanningar verða gjørdar og sagt verður frá, tá viðurskiftini aftur koma í rættlag, sigur Tórshavnar Býráð í tíðindaskrivi.
Kommunan sigur tó, at sambært kanningarúrslitinum kann framvegis baðast á sjónum í Sandágerðisvík.