Sin City  døkkur, vakur og nýskapandi

Ein ørgrynna av æstetiskum myndum, ið ikki áður eru sæddar á hvíta bioløriftinum. Sin City er ein retrokendur og endur-nýggjandi filmur, ið nýtur ein av teim gomlu genrunum í amerikanskari filmslist: film noir. Sin City er ein beinleiðis filmsumseting av teim kendu tekni-røðsnovellunum hjá Frank Miller, og hetta slagið av filmi fer møguliga at bróta slóð fyri einari nýggjari siðvenju innan filmsheimin. Og so er at kalla alt teldugjørt

Dorthe Brandt Larsen

Miðskeiðis í fjøritunum kyknaði ein døkk og døpur genra í amerikanska filmsheiminum. Film noir varð hetta kallað, tí hesir filmarnir vóru eyðkendir av einari kensluleysari og døkkari líváskoðan við einum døkkum visuellum universi. Film noir upprann sum eitt svar uppá teir bjørtu og patriotisku filmirnar, ið komu fram undir seinna heimsbardaga, har roynt var at líva upp fólk við at leggja eitt royktám yvir tað, ið veruliga hendi úti í heimi. Noir filmarnir vóru ikki litfilmar, men svart hvítir, og mótsetningurin millum ljós og myrkur varð gjørt sjónligari við millum annað skuggamyndum og ljósmynstrum. Tað kann kanska kallast filmútgávan av tí sum í málningalistini kallast hálvaskýming ella clairobscur. Dømi uppá tað sjónliga noir-eyðkenni er ein stórur óhugnaligur skuggi á einum veggi í einum skýmaskoti ella eitt neon-skelti, ið blaktrar gjøgnum einar persiennur. Flestu noir søgurnar fást við kriminalitet, og sum oftast verður onkur dripin. Tað gongur ofta fyri seg í einum stór-býarheimi eykendur av mutri og rotinleika, og oftani skulu truplar moralskar avgerðir takast. At kalla allir persónarnir í filminum eru svikafullir og amoralskir, og tær klasissku hetjurnar finnast ikki, tí sjálvt hetjan er, í øllum førum hálvavegna, svikafull. Mannligi høvuðsleikarin er ofta av tí harða slagnum, sum oftast detektivur, harafturat er hann altíð kyniskur og kanska eitt útskot í samfelagnum. Kvinnuligi høvuðsleikluturin verður ofta kalla ein "femme fatale", tí hon leiðir hejtuna í óføri, og gerst ofta banafólk hansara. Nakrir av kendastu og mest viðurkendu dømunum uppá noir filmar eru Double Indemnity (1944) og The Big Heat (1953).
Neo-noir
Hóast tað klassiska noir films-tíðarskeiði endaði seinast í hálvtrýssunum, hava tað verið nógvar enduruppfinningar av film noir síðan miðskeiðis í hálvfjersunum. Hesar verða ofta róptar Neo-noir tí tær minna rættuliga nógv um noir filmarnar, bæði tá tað ræður um tema og snið. Tildømis verða Chinatown (1974) og Taxi Driver (1976), kallaðir neo-noir hóast hesir eru í litum og ikki svart hvítir. Seinni sóust eisini dømi uppá blandingar av noir og science fiction, sum til dømis tann nógv rósti Blade Runner (1982).
Sin City verður eisini sagdur at vera neo-noir tí fleiri noir-element verða brúkt í filminum, m.a. tær svart hvítu myndirnar og tær ráðu stórbýarsøgurnar. Men Sin City hevur meir af bjóða enn hetta. Filmurin fer eitt fet longri inn í framtíðina við neo-noir. Mitt í øllum tí svart hvíta universinum sæst ein litglæma av og á: Einar reyðar kvinnurvarrar, reydguli liturin av einum loga ella tann grøni eygnaliturin hjá einum leikara. Filmurin brúkar noir genruna og boyggir hana meir enn hon nakrantíð er vorðin áður, tí Sin City byggir á teknirøðæstetikkin. Í filminum sæst tað týðuliga, at visuella síðan hevur nýtt noir háttinum, men at hetta samstundis er stórsligið á ein egnan serstakan hátt. Stórbýurin og persónarnir eru enn daprari, avskeplaðir og amoralskir enna nakrantíð áður í noir. Við hesum er Sin City sostatt nýskapandi, men samstundis retro.
Teldugjørt
Týðuligasta tekini um at Sin City mennir neo-noir til framtíðina er, at tann svart hvíti og døkki ljósi heimurin í filminum er gjørdur við teldutøkni ístaðin fyri við einum leikpalli. Filmurin er upptikin digitalt og allar bakgrundir uttan ein eru gjørdar út frá teim sokallaðu "green screens". Tvs. at at kalla onki í filminum, uttan sjálvar filmsstjørnurnar eru til í veruleikanum. Býurin, luftin, bygningarnir, bilarnir, regni osfr. hevur filmsleikstjórin Robert Rodriguez alt gjørt á teldu eftir at upptøkurnar við filmsleikar-unum vóru gjørdar framman fyri grøna skíggjan. Henda tøkni hevur við sær, at allur filmurin upprunaliga varð upptikin í litmyndum, men seinni konventeraður til svart hvítar myndir. Á henda hátt var tað gjørligt at halda fast við litin í nøkrum heilt fáum tingum í einari mynd, sum til dømis hárlit ella varralit.
Framtíðin hjá filminum
Tað er har afturat eisini sera áhugavert at Sin City er tann fyrsti filmurin, ið hevur skapað eina noir útsjónd bert við at nýta digitala tøkni í staðin fyri at seta ljós, sum fyrr varð gjørt.
Grafisku novellurnar hjá Frank Miller um Sin City hava at kalla verið storyboard fyri filmin, og eisini hevur Miller verið hjáleikstjóri. Óvanliga nógv er gjørt burturúr at halda fast um keldutilfarið. Við Sin City verður noir stílurin nútímansgjørdur til digitalu filmøldina á ein einastandandi hátt, og tað, ið kemur fram í sjálvum filminum má sigast at vera eitt framtíðar listaverk í sjálvum sær. Við tí tøknuliga skapandi hugflogi, ið er nýtt í filminum man lítil ivi vera um, at Sin City fer at leggja støði í filmsídnaðinum, tá digitalir filmar við livandi sjónleikarum verða gjørdir í framtíðini.