Tann írska songkvinnan borðreiðir í næstum við einari nýggjari fløgu, sum verður tann fyrsta veruliga fløgan frá henni síðani 2007.
Tey flestu minnast helst tað skallutu songkvinnuna, sum stríddist við at halda tárunum aftur, tá ið hon hittaði við Nothing Compares 2 U í 90unum.
Hóast songkvinnan hevur eina ótrúliga vakra rødd, og í 90unum var nógv frammi í miðlunum fyri sín tónleik, so megnaði songkvinnan eisini at fylla nógv í miðlunum fyri onnur ting.
Eitt nú var hon til 30 ára føðingardag hjá Bob Dylan í New York í 92, tá ið hon varð noydd at rýma úr Madison Square Garden, tí áskoðararnir róptu hana úr salinum, hóast hon græt
síni møði tár. Hetta tí, at hon beint áðrenn hevði skrætt eina mynd av Páva Johannes Paul II, og ákært hann fyri at lúgva.
Men nú er songkvinnan til reiðar við einari nýggjari fløgu, sum fær heitið How About I Be Me ( And You Be You ), og fløgan kemur á marknaðin mánadagin 20. Februar.
Hetta er fyrsta studiofløgan hjá Sinéad OConner síðani 2007, og í alt hennara níggjunda fløga.
Hetta veit gaffa.dk