»Øl, øl, øl, jeg drikker bare øl«.
Soleiðis ljóðar ein partur av tekstinum í sanginum »Øl«, sum er javnan at síggja og hoyra á donsku sjónvarpsrásini DK4. Sangurin verður eisini brúktur í veitslulagi, og herfyri vísti Natholdet á TV2 eitt brot úr sanginum.
Tað er eingin annar enn útisetin Símun von Konoy, sum hevur gjørt hesa landapláguna.
– Eg fekk hugskotið til sangin fyri 10-15 árum síðani. Tá ið eg var búsitandi í Føroyum, var vanligt, at eg drakk eina rúgvu av snapsi, sum varð skolaður niður við einari gulløl. Sjussar og vín vóru eisini mangen á skránni, men sum fráleið fekk eg vaml av øllum hesum eitrinum, sigur Símun von Konoy.
– Tá ið eg flutti niður til Danmarkar at búseta meg í byrjanini av nítiárunum, gjørdi eg av at minka munandi um alkoholnýtsluna, og við tíðini var tað bert øl, ið fór niður í kíkin. Tað skal vera hágóðskuøl og ikki hatta týska syntetiska Slots-ølið, sum øll ganga og sutla, sigur hann.
Símun von Konoy hevur eina yndisøl í Danmark, og tað fjalir hann ikki út yvir.
– Í mínum heimi finst bert ein góð øl, og tað er ein Carlsberg. Tá ið seti meg niður at njóta ein kalda HOF, tá eri eg í himnaríki. Og ein dagin, tá ið eg hevði drukkið einar 5-10 øl, fór eg knappliga at syngja »Øl, øl, øl, jeg drikker bare øl«. Eg tók gittaran í hond, og løtu seinni var nýggja landaplágan ein veruleiki, sigur hann.
Av øðrum sangum, ið hava fingið góð viðmæli í Danmark, eru millum annað »Øl med tårer i«, »Hold kæft, hvor jeg savner en kæreste« og »Fiskafrikadello«, sum eisini Jacob Haugaard hevur tulkað.
##med2##