G! Festivalurin lýsir nú við í blaðlýsing, at eitt av forvitnisligu nøvnunum á ársins G! Festivali verður gøtumaðurin Símun úr Konoy.
Við honum er eisini legendariski bólkurin Gras.
Gras gav út útgávu fyri eini 30 – 35 árum síðani, ið gjørdist kend, hóast, ella júst tí, hon var eitt sindur øðrvísi og kanska frammanfyri sína tíð.
Løg sum Timburmenn og Svakur eru ikki endað í gloymibókini. Eittnú hevur Petur Pólsson endurinnspælt Timburmenn.
Sjálvur gjørdist Símin úr Konoy seinni kendur innan lættari kvøðuljómatónleikin, tá hann sang um t.d. Súsan og um Ommuna.
Og við ársenda í fjør kom hann stórliga aftur í aftur, tá hann í sendingini Minnist Tú Enn spældi seinasta plettskot sítt í Danmark, har hann nú býr, nevniliga sangin um fiskafrikadellurnar, sum mong hava sungið til veitslur og gerandis, síðani sendingin varð send.
Sangin syngur Símun saman við Jacob Haugaard.
Við í Gras á sinni vóru:
Rytmuguitar og sang: Símun úr Konoy
Bassguitar, keaboards, sang: Jákup Alberg Eliasen
Sologuitar, strings, klaver: Magnus Jacobsen
Trummur: Jústenes Johannesen