TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Símun Samuelsen, leikandi hjálparvenjara hjá HB, aftaná 0-1 ósigurin hjá HB í fyrru hálvfinaluni ímóti NSÍ við Løkin í Runavík.
Hilmar Jan spurdi inn til brotssparksstøðuna, sum førdi til sigursmálið hjá NSÍ. Símun undirstrikar, at við sínum drúgvu royndum á leikvøllum hevur hann ringt at fáa eyga á brotssparkið í umtalaðu støðuna, har HB-arnir mettu, at bólturin var vunnin við einari reinari takling.
Símun Samuelsen hevur annars 30 ára føðingardag í dag.