Símun Rógvi til B71

B71 hevur í dag boðað frá, at Símun Rógvi Hansen er aftur í barndómsfelagnum

Mynd: (B71.fo/Helen Goffe) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Símun Rógvi Hansen

B71 hevur í dag boðað frá, at Símun Rógvi Hansen er aftur í barndómsfelagnum. Stinni málverjin hevur verið illa plágaður av skaðum seinnu árini, heimkoman hjá honum er eisini fyri at styrkja málmansvenjingar umhvørvið, skrivar B71.fo.

 

B71.fo skrivar:

 

Símun Rógvi Hansen, ið leikti sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið hjá B71 í 2005, verður nú aftur at síggja í Sandoynni komandi kappingarár.

 

Tað hevur verið ein long yrkisleið hjá nýggja málverjustyrkinum, ið byrjaði sína fótbóltstilveru í B71 og spældi 5 kappingarár við barndómsfelagnum á besta liðnum, áðrenn leiðin gekk víðari til skiftivís HB og AB í nøkur ár, umframt at fryntligi heimasandsmaðurin legði vitjaði aftur á slóðina tværreisur, í 2011 og í 2015. Síðani gekk leiðin til NSÍ, áðrenn hann í seinastuni hevur leikt nøkur ár við B36.

 

Nú Símun Rógvi legst afturat hópinum í 2022, so fáa vit eina rúgvu av førleikum, ið hava stóran týdning fyri ikki bert málsetning hjá monnunum komandi kappingarár, men felagnum sum heild. Afturat tí at maðurin kemur at kappast um málmanspostin við sera dugnaligu málverjarnar frá í fjør, Gerhard P. Lognberg og Jóhan Herálv Hentze, so kemur hann at læra frá sær sum venjari, ið m.a. nýggjasti ungi málverjin, og nærmasta familja hjá Símun Rógva, Wenningsted Ørvarodd man vera ein sum kemur at nýta gott av.

 

Afturat tí at vera tengdur at besta mansliðnum sum leikari og málmansvenjari, so kemur Símun Rógvi Hansen at hava ábyrgdina fyri regluligari málmansvenjing í felagnum minst ein dag um vikuna kappingarárið út. Hettar er í trá við málsetningin í felagnum um at tryggja fleiri venjarakreftir sum heild komandi árini, men ikki minst til børn og ungdóm.

 

Í fyrru helvt í fjør høvdu vit tann luksustrupulleika at hava tvinni frálíkar málverjar tøkar til nógvar dystir. Hesir kappaðust innanhýsis, men stuðlaðu hóast alt hvørjum øðrum uppundir og til dystir, óansæð hvør bleiv valdur framum. Man kann væl siga at í ár hava vit, í øllum førum í fyrru hálvu, áðrenn Jóhan Herálvur flytir niður eitt skifti at búgva, uppaftur størri luksus á aftasta skansa.

 

Hettar fer sjálvandi at vera avbjóðandi til tíðir, men vit meta eisini at samansetingin av fólki er somikið góð í løtuni, so vónin er at málverjarnir fara at trýsta hvønn annan til venjing viku inn og viku út, men tá avtornar so stuðla teir hvørjum øðrum at røkka einum hægri málsetningi, óansæð hvør byrjar inni. Sunn kapping er nakað sum áður hevur mangla, men er spakuliga í fer við at koma innaftur í felagið og tað er henda kappingin sum í seinasta enda fer at trýsta felagið seinasta petti á mál. Har vit áður hava mist á stokkinum, miða vit eftir, at tað skal koppa til okkara fyrimuns í ár og framyvir.

 

Hjartaliga vælkomin "heimaftur" kann man siga! Drívið á B71!

 

Mynd: (B71.fo/Helen Goffe) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Símun Rógvi Hansen