Símun Rógvi: - Ikki nógv at gera í NSÍ málinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Málverjin hjá NSÍ heldur seg ikki hava havt tað strævið ímóti KÍ í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við nýggja málverjan hjá NSÍ, Símun Rógva Hansen, aftaná 3-1 sigurin hjá Símuni Hansen og liðfeløgunum ímóti KÍ norðuri í Klaksvík í dag.

 

Símun Rógvi Hansen heldur ikki, at talan var um ein serliga strævnan dag í NSÍ-málinum burtursæð frá tí fyrstu løtuni í dystinum. Annars ráddi tað bara um at lofta onkrum hendinga bólti.

 

Símun Rógvi Hansen fegnast um, at hann og liðfelagarnir reistu seg aftaná skuffandi 1-2 tapið ímóti HB á heimavølli seinasta vikuskiftið. 

 

Símun Rógvi Hansen sigur seg verða væl móttiknan í NSÍ. Og hann heldur tað verða hugaligt at spæla fyri eitt lið, sum so stórur áhugi er fyri í Runavík og har um leiðir, har fólk enntá møta fyri at síggja venjingar hjá NSÍ gerandiskvøld.