Símun og Kristin meta favorittstøðuna ymiskt

Símun Joensen hjá B36 og Kristin R. Mouritsen hjá HB eru samdir um, at teir gleða seg til eina grannauppgerð millum HB og B36, og at dysturin teirra millum er millum tær mest spennandi uppgávurnar, sum standa á breddanum í einum kappingarári.

 

Símun og Kristin eru tó ikki samdir um hvør er favorittur í kvøld, tá dysturin millum HB og B36 verður bríkslaður í gongd klokkan 18.

 

Símun heldur, at HB er greiður favorittur, nú B36 hevur mist alla miðverjuna hjá sær, tí Robert Heðin Brockie og Hørður Askham hava leikbann. Kristin heldur, at tað enn einaferð verður talan um eina javna uppgerð millum HB og B36.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Símun og Kristin søgdu við Rás2 ígjár.