Í gjár vann USA 2-1 á Ghana í bólki G. Fyri Símun Samuelsen, sum til dagligt spælir við HB, so var talan um serliga hending, tá Aron Jóhannsson kom á vøllin í fyrra hálvleiki, tá Jozy Altidore fekk fiburspreinging.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra HM tíðindini týsdagin
- Vit eru í familju og tað er sjálvandi stuttligt, at síggja hann koma á vøllin í einum HM endaspæli, sigur Símun Samuelsen.
Aron Jóhannsson hevur íslendskar røtur, men hevur valt at spæla fyri USA heldur enn Ísland. Hoyr Símun Samuelsen greiða frá støðuni við Aron Jóhannsson, og hvat hann heldur um HM higartil. Millum annað avskrivar hann Argentina og Lionel Messi.