Símun gevur gospel-plátu út

Føroyski útisetin Símun úr Konoy, (í Danmark nevnir hann seg Simon von Konoy,) hevur júst givið út eina fløgu við gomlum gospelsangum. Heitið á fløguni er ”The Old Country Church”.

 

Tólv sangir eru á plátuni, og er talan um gamlar landaplágur, sum t.d. ”The Old Rugged Cross”, ”In My Fathers House” og ”Jesus Christ, What A Man” - sangir, sum millum annað Elvis Presley, Bobby Bare, Johnny Cash og Jim Reeves í gomlum døgum plagdu at syngja.

 

Allir sangirnir eru á enskum máli, og Símun hevur sjálvur spælt øll ljóðfør. Hann syngur eisini bæði solo og kór.

 

Í Føroyum er tað plátuhandilin Tutl í Tórshavn, ið tekur sær av søluni. Onkrir av sangunum eru at finna á youtube.com.

 

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/sSUNISdoXIY" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>