Símun av Skarði - 150 ára minningarhald

Símun av Skarði stovnaði saman við Rasmusi Rasmussen Føroya Fólkaháskúla.

Týsdagin 3. mai eru 150 ár síðani Símun av Skarði varð borin í heim. Símun stovnaði saman við Rasmusi Rasmussen Føroya Fólkaháskúla, sum fyrstu árini helt til í Føgrulíð á Borðoynni, áðrenn hann varð fluttur til Havnar.

 

Símun av Skarði virkaði sum háskúlalærari, rithøvundur, politikkari og annars virkin samfelagsborgari alla sína tíð, og mangir eru teir rithøvundar, sum kunnu vísa á stóru ávirkanina frá honum og Rasmusi eins og konum teirra Sannu og Onnu Suffíu. Og enn rungar Tú alfagra land mítt um landið til mangar ymsar samkomur.

 

Mangt kundi verið sagt og skrivað um hendan mentamann, men á sjálvum føðingardegnum verður minningarhald, har kransur verður lagdur á grøv Símunar av Skarði, eins og røður og felagssangur eru á skrá.

 

Minningarhaldið er týsdag 3. mai kl.12.30 í kirkjugarðinum undir Heygnum Mikla í Havn, og tað er alment.

 

Niðanfyri sæst skráin fyri haldið:

 

Felagssangur: Vár við lýggjum vindi

 

Hanna Jensen røðir vegna stjórn Føroya Fólkaháskúla

 

Kransur verður lagdur á grøv Símunar av Skarði

 

Turið Sigurðardóttir røðir

 

Felagssangur: Tú alfagra land mítt

 

 

 

Hetta skrivar Stjórn Føroya Fólkaháskúla í tíðindaskrivi.

 

##med2##