Simonsen er til reiðar

Allan Simonsen, fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, boðar frá, at hann er til reiðar at vera fótbóltsvenjari aftur

Allan Simonsen, sum seinastu 10 árini hevur búð í Barcelona, flytir nú aftur til Danmarkar. Tað hevur samstundis við sær, at hann tekur fegin á seg eitt starv í donskum fótbólti.

- Eg gleði meg til stórar avbjóðingar í ítróttarheiminum, og læra av mínum royndum, sigur Allan Simonsen við sporten.dk.

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin flytir til Vejle, har hann er uppvaksin. Allan Simonsen settur í samband við venjarastarvið í VB Kolding, men hann vísir tí aftur.