Simona, Sólrun og Sámal lesa egin verk

Fróði Hansen og Bogi á Borg syngja og spæla, og seinni syngur Havnarkórið summarið inn.

Mentanarnáttina verður hugnaligt tiltak á skránni í H.N. Jacobsens bókahandli. Høvi verður at hoyra rithøvundarnar Simonu Midjord, Sólrun Michelsen og Sámal Soll lesa upp úr egnum verkum. Harafturat fara Fróði Hansen og Bogi á Borg at spæla nøkur løg og vit bjóða kaffi og køkur.

 

Havnarkórið syngur summarið inn í Bojsensgarði klokkan 21.

 

Simona Midjord gjørdi av álvara vart við seg í stuttsøgukappingini hjá Kringvarpinum, 650 orð. Seks ferðir sendi hon stuttsøgur inn og tríggjar ferðir átti hon besta tekstin.

Sólrun Michelsen er í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í ár fyri bókina Hinumegin er mars, ið kom út í 2013. Sólrun Michelsen hevur útgivið nógv síðan fyrstu skaldsøguna Argjafrensar í 1994, millum annað yrkingar, barnasøgur, stuttsøgur og skaldsøgur.

Sámal Soll er mest kendur fyri at skriva stuttsøgur og barnabókmentir. Harafturat er Sámal ein virkin týðari. Tekstir og greinar hjá Sámal Soll eru millum annað útgivnir í Varðanum, Vencil og Mín Jólabók.

Fróði Hansen er millum annað kendur úr bólkinum Fróði & The Pink Slips, og mentanarnáttina spælir hann saman við Boga á Borg á guitara.