Simona skjýtur alt niður

Sunnudagin struku skotini hjá henni 13 ferðir í málið, og í fyrstu trimum dystunum í ár hevur Simona Dzuigyte skorað 40 mál. Stjørnan hevur vunnið sínar fyrstu tríggjar dystir

 

Litaviski stórskjúttin hjá Stjørnuni hevur fingið flúgvandi byrjan í nýggja kappingarárinum. Eftir tríggjar dystir hevur hon 40 ferðir sent leðurkúluna í kassan í fyrstu dystunum í ár, og tað er bara Asta Petrauskiene hjá Sóljuni, sum klárar at fylgja við Stjørnukvinnuni.

Sunnudagin hevði Simona aftur týðandi leiklut, tá fyrrverandi liðfelagarnir hjá henni í Sóljuni vóru á vitjan í Klaksvík. Stjørnan vann við 12 málum, og tað var ikki misvísandi fyri leikgongdina.

Stjørnan hevur fult stigatal eftir fyrstu tríggjar dystirnar í ár, og kvinnurnar úr Klaksvík hava sett Kyndil, Neistan og Sóljuna dyggiliga upp á pláss í teimum fyrstu dystunum.


Stjørnan streyk avstað

Sóljan legði best fyri í dystinum í Klaksvík sunnudagin, men sum fráleið gjørdist tað púra greitt, at heimaliðið fór at vera omaná.

Sóljan var fyrstu 10 minuttirnar á odda fleiri ferðir, men eftir tað steyk Stjørnan avstað. Sóljan kom ongantíð aftur í nánd av Stjørnuni aftur, og tá dysturin var av, var úrslitið 34-22 til Stjørnuna.

Stjørnuspælið var til tíðir gott. Við hvørt spældu tær nógv upp á tvørs framman fyri vágaverjuna fyri at finna hol, men serliga var kvika kontraspælið lemjandi fyri gestirnar.

Sóljan javnaði til 5-5, tá 9 minuttir vóru spældir, men so skoraðu tær ikki í 10 minuttir. Hesar minuttirnar fekk Stjørnan seks mál, og tað var hesa løtuna, at grundarlag var lagt undir trygga sigurin.

Andrijana Milodanovic var neyv, tá hon í fyrra hálvleiki fekk møguleikar av høgra vongi, og hon skoraði øll síni sjey í fyrra hálva tímanum.


Stundum statistar

Hjá Sóljuni vóru tað serliga Asta Petrauskiene og vongspælarin Herta Simonsen, sum vóru vandamiklar. Tær skutu mál gjøgnum allan dystin, og samanlagt stóðu tær fyri 14 av teimum 22 málunum hjá Sóljuni.

Við hvørt glógvaði álopsspælið hjá Sóljuni, men tað var bara í løtum, at áskoðararnir fingu varhugan av, at Sóljan kundi tagað Stjørnuverjuna sundur.

Í seinna hálvleiki kláraðu tær stundum at lirka seg ígjøgnum verjuna hjá klaksvíkskvinnum, og tær fingu bara eitt mál minni enn heimaliðið fekk seinna hálva tíman.

Tað var tí serliga seinna hálva av fyrra hálvleiki, sum royndist væl hjá heimaliðnum, og hesa løtuna vóru gestirnir stundum hjálparleysir statistar í kvikum og hugflogsríkum spæli hjá Stjørnuni.


Gott kontraspæl

Styrkin hjá Stjørnuni hesaferð var skjóta kontraspælið, sum skapti nógvar møguleikar - nógv fleiri enn tað sást aftur í talinum av málum. Og so var Simona Dziugyte ein støðug hóttan við síni stóru skotstyrki og ágangandi spæli.

Dugnaligi strikuspælarin hjá Stjørnuni, Una Olsen, var lítið við í hesum dystinum. Tað eydnaðist ongantíð at spæla hann leysa, soleiðis sum tað var gjørt nógv av í dystinum ímóti Neistanum seinast. Í seinna hálvleiki sat hon meginpartin av tíðini á beinkinum.

Málverjin hjá Sóljuni, Kristina Griksaite, hevði onkrar góðar bjargingar, og hon forðaði stundum fyri, at Stjørnuspælarar í góðum støðum fingu málini, sum tær ætlaðu sær.

Samanumtikið ein sannførandi sigur til Stjørnuna, sum í næsta dysti sínum rættiliga sleppur at royna seg. Tá er tað sterka føroyameistaraliðið úr Vestmanna, sum er mótstandari, og tá krevst nógv meira fyri at vinna, enn tað gjørdist hendan Sóljusunnudagin.


Dysturin í tølum:

Stjørnan-Sóljan 34-22 (19-8)

Málskjúttar:

Stjørnan: Simona Dziugyte 13 (1), Anna Kristina Samson 7, Andrijana Milodanovic 7 (1), Joan Midjord Joensen 4, Beinta Klakkstein 2, Birgit Ryan 1.

Sóljan: Asta Petrauskiene 8, Herta Simonsen 7, Sólja Jóanisdóttir 3, Heidi Haraldsen 2, Johanna í Horni 1, Heidi Maria Akselsen 1.

Brotskøst: Stjørnan 4, Sóljan 5

Útvísingar: Stjørnan 5, Sóljan 2

Dómarar úr StÍF: Poli Hansen og Jústines Justinussen. Leiddu dystin uttan hóvasták.