Simona Petersen aftur í Stjørnuni

Simona Petersen, fyrrverandi Dziugyte, er aftur í Stjørnuni. Hon spældi seinast við Neistanum, har hon millum annað gjørdist toppskjútti tað eina árið.

Simona hevur verið burtur frá hondbóltinum í eitt ár orsakað av barsli, men nú er hon klár aftur. Hon skal royna at hjálpa til at fylla holið eftir litavisku Katarinu Stepanov, sum er farin av landinum.
Um Simona er nóg væl fyri, so kann hon gerast stórur styrkur hjá Stjørnuni, tí hon hevur fyrr víst, hvør dugur er í henni.