Hondbóltur
Kanska besti leikarin, sum var í Ítróttahøllini á Giljanesi leygardagin, mátti taka til takkar við einum plássi millum áskoðararnar.
Simona Dziugyte hevur í tíggju dystum skotið 103 mál fyri Sóljuna, men leygardagin var hon so ikki á vøllinum.
Á veg til Stjørnuna
Orsøkin varð søgd at vera tann, at litaviski stórskjúttin hevði boðað liðfeløgum sínum frá, at hon ætlaði sær at spæla við Stjørnuni restina av kappingarárinum.
Tá vit sunnudagin royndu at fáa viðmerkingar til hesi tíðindi, var svarið alla staðni hitt sama, nevnliga at einki var at viðmerkja, men tá vit loksins fingu fatur á spælaranum sjálvum, váttaði hon hesi tíðindi.
Sjálv sigur Simona, at hon fyri stuttum boðaði nevndini í felagnum frá, at hon ynskti at sleppa úr felagnum. Serliga tí at ítróttarligu vónir hennara ikki kundu røkkast við liðnum.
Onkursvegna kom hetta klaksvíkingum fyri oyra, og tá hon fekk tilboð um at koma norður at spæla, tók hon av hesum.
Krevja pengar
Tað sum síðani er hent í málinum, tykist vera, at Sóljan vil hava okkurt slag av samsýning fyri at lata spæliloyvi frá sær. Millum annað skal talan vera um tær útreiðslur, sum felagið hevur havt av at fáa spælararan til landið, men Simona sigur annars, at tað ikki er í stríð við felagið, at hon gevst hjá Sóljuni.
Sambært hondbóltsreglunum er heldur eingin forðing fyri, at Simona Dziugyte verður á liðnum hjá Stjørnuni, næstu ferð tær skulu í eldin.
Seinasti dystur hennara fyri Sóljuna var 10. desember, og tá fyrstkomandi dystur hjá Stjørnuni er 14. januar, er kravið um 30 dagar leiksteðg uppfylt.
Skuldi norður í gjár
Hóast tey í Klaksvík ikki vilja gera stórvegis av viðmerkingum til málið, so tykist tað at kalla greitt, at litavin nú verður at síggja á liðnum hjá teimum.
Mánamorgunin segði Simona í øllum førum, at hon eftir ætlan flutti til Klaksvíkar sama dag, og í Klaksvík verða hesi tíðindi ikki avsannaði.
Sum sagt, so fæst ikki stórvegis at vita um málið úr Klaksvík, men tey ásanna tó, at Simona ætlandi skal vera á liðnum, tá Stjørnan 14. januar skal til Vágs.