Sterki litavski bakspælarin, Simona Dziugyte, og Neistin eru komin ásamd um sáttmála fyri komandi kappingarár.
Simona hevur verið í Føroyum tvey tey seinastu árini, har hon hevur spælt fyri bæði Sóljuna og Stjørnuna. Fyrsta árið gjørdist hon besti málskjýtti í kvinnudeildini, meðan skaðar í fjør høvdu við sær, at Simona ikki gjørdist so drúgvur málskjýtti á liðnum hjá Stjørnuni
Simona Dziugyte er helst ætlað at avloysa Katrina á Neystabø á vinstra bakki, sum seinni í summar skal til Danmarkar í lestrarørindum.
Spælarin frá Litavia er ein av fleiri nýggjum spælarum, ið skulu tørna út fyri 1. kvinnulið hjá Neistanum komandi kappingarár. Umframt Simonu, verða Jórun Ludvig, Marita Hermansen og Christina Holm eisini at síggja á Neistaliðnum í vetur.
Úr Neistanum verður sagt, at tá liðið missir so týðandi spælarar sum, Gunnleyg Berg, Biritu Wardum, Katrina á Neystabø og Anniku Thomsen, so er felagið noytt til at leita sær styrk, um liðið skal gera seg galdandi komandi kappingarár.
At Neistin hevur styrkt um liðið, er eitt gott tekin um, at tey í Neistanum ætla nakað á kvinnusíðuni í ár, og liðið má vera eitt tað besta boðið uppá at taka kappingina upp við VÍF-kvinnurnar, ið hava verið einaráðandi tvey tey síðstu árini.










