Føroyar vunnu trygt 24-10 á einum turkiskum liði, sum var eitt bland av einum U21 og U19 landsliði. Støðan í hálvleikinum var 10-5 til Føroyar. Føroyska liðið stóð væl í verjuni, og var eingin ivi um hvat lið fór at vinna. Hóast hon ofta hvíldi seg á beinkinum, so skeyt Simona D. Petersen heili 9 mál fyri Føroyar í dag. Sigast má, at Simona Petersen er ein megnar fongur fyri føroyska landsliðið. Føroyar og Stóra Bretland spæla í morgin kl. 18.30. Portalurin fer at fylgja dystinum. Málskjúttar hjá Føroyum: Simona Petersen 9, Unn Kragesteen 5, Elin Staksund 2, Durita Christophersen 2, Laila Jespersen 1, Ninna K. Johansen 1, Rebekka Justinussen 1, Guðrið Mortensen 1, Laila Jespersen 1, Ása Dam á Neystabø 1, Simona Hansen 1.
Tíðindi