Simona aftur í Stjørnuni

Stjørnan hevur styrkt seg við sterkum profili, og longu í dag er Simona Petersen við á liðnum

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Stjørnuni higartil í ár.

 

Stjørnan hevur verið mest vinnandi liðið í føroyskum hondbólti seinastu 15 árini, men undan kappingarbyrjan í fjør takkaðu fleiri av royndu spælarunum fyri seg. Nýtt fólk er sett við, og tí hava úrslitini  ikki verið tey somu, sum tey í Klaksvík hava vant seg við.

 

Nú hevur felagið styrkt seg. Kristoffur Ragnarsson, formaður í hondbóltsfelagnum, váttar fyri Norðlýsinum, at Stjørnan hevur gjørt avtalu við Simonu Petersen. Simona kom til Føroya í 2000, og hon hevur støðugt verið millum fremstu málskjúttarnir síðani. Í fjør var hon berandi partur hjá greipuvinnarunum úr Kyndli, og nú verður tað so í Stjørnuni, at hon fer at royna seg.

 

Norðlýsið skrivar, at Simona verður partur av liðnum hjá Stjørnuni, sum í dag fær vitjan av VÍF.