Simon von Konoy við nýggjari fløgu

The Good Old Days er heitið á eini nýggjari fløgu, sum føroyski útisetin Simon von Konoy, gevur út í hesum døgum.

 

Fjúrtan sangir eru á plátuni. Talan er um góðar gamlar landaplágur, sum t. d. My Bonnie, Crazy, Blueberry Hill og Bad Moon Rising.

 

Í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum var Simon limur í tónleikabólkunum Moonlight, Varðar og Gras, og innihaldið á fløguni eru sangir, ið hann framførdi á ymsum tónleikapallum í Føroyum tá á døgum.

 

Tað er felagið Tutl í Tórshavn, ið tekur sær av søluni í Føroyum.