Simon: Russland hevði ikki uppiborið at vinna

Í gjár gjørdist Danmark nr. 15 í evropeisku Melodi Grand Prix-kappingini við sanginum hjá nýggju donsku stjørnuni Simon Matthew. Russland gjørdist stóri vinnarin av kappingini, men í eygunum hjá Simon Matthew, hevði russiski sangurin als ikki uppiborið hetta.

- Eg standi eftir við einum slagi av millumkenslu í løtuni og sjálvandi eri eg skuffaður yvir, at eg ikki kláraði meg betur. Men eg haldi fast við upplivingina, eg havi fingið við at upptraðka fyri so nógvum fólki og eg havi livað sum rokkstjørna í 14 dagar, segði Simon Matthew við Ritzau í gjárkvøldið eftir kappingina.

Vinnarin av Melodi Grand Prix?num varð sangarin Dima Bilan úr Russlandi, sum upptraðkaði við lagnum ?Believe?. Hóast Bilan megnaði at fáa heili 272 atkvøður, heldur Simon Matthew ikki, at hann hevði uppiborið sigurin:

- Hann hevði ikki uppiborið tað. Eg ætli mær ikki at byrja at tosa um politikk, men hann var bara ikki mín vinnari.