Simon Matthew ávarar X Factor-Martin

Simon Matthew, sum herfyri vann donsku Melodi Grand Prix kappingina, ávarar nú nýggja X Factor vinnaran, Martin, ímóti følskum menniskjum. - Tað eru sera nógv følsk menniskju innan tónleik, sum útnýtta teg, tá ið tú klárar teg væl. Tí mást tú ansa eftir tær sjálvum og lurta eftir fólkunum rundan um teg. Tey eru tey einastu, ið veruliga kenna teg, sum tú ert og tey eru tey einastu, sum eru før fyri at síggja, um tú hevur tað ringt. Heimurin hjá tær má ikki detta sundur, um fólk einaferð missa áhugan fyri tær. Tað er týdningarmikið, at tú hevur eitt annað lív við síðuna av tónleikinum, so tú altíð hevur okkurt annað at venda tær til, um fólk einaferð gloyma navn títt.

Sjálvur varð Simon Matthew av fyrstani tíð kendur kring Danmark, tá ið hann vann kappingina ?Scenen er din? á TV2 í 2006 og eftir hetta hevur hann fingið sera nógv rós fyri tónleik sín.