- Eg síggi "X Factor" sum ein stovn í donskum tónleiki og undirhaldi og ein fríggjadagsstemning, sum eg vóni fer at vara langt fram í tíðina, skrivar hann.
Simon Kvamm vil nú brúka sítt kreativa brennievni til sínar egnu verkætlanir, skrivar hann.
Simon Kvamm byrjaði sum dómari í kappingarárinum 2022. Tey trý kappingarárini vann ein av luttakarunum hjá Kvamm "X Factor" tvær ferðir.
Í ársins kappingarári, sum endaði fríggjadagin, endaði bólkurin hjá honum 9000 Håb á øðrum plássi.
/ritzau/