Simon Kvamm á heimavølli í Gøtu

Nephew spælir á Gøtusandi í annaðkvøld og fortreytirnar fyri eini minniligari konsert eru avgjørt til staðar

Ein av teimum, sum hevur hugna sær á G! Festivalinum í kvøld, er eingin annar enn Simon Kvamm, forsangarin í Nephew, sum er høvuðsnavnið á G! í ár.

 

Simon Kvamm er slektaður úr Gøtu og følir seg heima her. Men seinast, hann var her, var meiri baldrut, tí tað var eisini á einum G! festivali. Men ta ferðina var veðrið milt sagt, ikki til vildar og tí var konsertin flutt av sandinum, niðan á spæliplássið.

 

Aftur hesuferð mundi gingið galið, tí mjørki hevur tarnað flogferðsluni í fleiri dagar og øll gingu við nervum um tað yvirhøvur mundi lukkast at fá Newphev til landið.

 

Men í gjárkvøldið klárnaði og síðani hava flogførini lent í hópatali og í tí eina flogfarinum vóru nettupp Simon Kvamm og restin av Nephew.

 

Og í ár vísir Gøtu seg frá síni bestu síðu og útlitini fyri eini rimmar konsert í annaðkvøld við Nephew, verða ikki betri enn tað sama.

Og er tað nakað, Nephew eru kendir fyri, eru tað konsertirnar og framførðslurnar á palli

 

Veðurforsøgnin lovar av besta veðrið í morgin. Tær eru samdar um, at tað verður at kalla stilli, út á dagin klárnar og sól fleiri staðir, og hitin fer at liggja ímillum 13 og 20 stig.

 

Her er Simon Kvamm, høgrumegin, avmyndaður saman við trímenninginum í Gøtu, fræga fótbóltsspælaranum, Sámali Joensen