- Eftir átta ár sum dómari í talentkappingum, blívi eg sjáldan tikin á bóli. Minst av øllum yvir tann ógvusliga mótgang, ið eg sjálvur mangan fái, greiðir víðagitni dómarin frá í einum lesarabrævi. Soleiðis sigur tann víðagitni Simon Cowell í einari klummu, ið kann sjálvur hevur skrivað í bretska Daily Mail.
-Sum tit allarhelst hava lagt til merkis, so hevur ?Britain?s Got Talent? ikki verið heilt uttan trupulleikar. Í høvuðsheitunum orsakað av Susan Boyle og børnunum, ið hava grátið frammanfyri milliónum av hyggjarum. Sendingin hevur verið ákærd fyri at vera eitt ónt sirkus, og eg, fyri at hava verið orsøkin til hetta, sigur tann 49 ára gamli Simon, ið tey flestu antin hata ella elska.
-Tú kanst antin elska ella hata sendingina. Eg skal verða tann fyrsti at viðganga, at eg havi gjørt nógv mistøk. Eg fór ikki inn í kappingina, fyri at fáa lítil børn at gráta, ella at happa eina so fitta kvinnu sum Susan Boyle, sigur hann.
Við hesum orðunum byrjar Simon sína sannleikans klummu, og greiðir hann síðani frá, hvussu nógv tað píndi hann at síggja 10 ára gomlu Hollie gráta á pallinum, tí hon gloymdi orðini, og hvussu hann, og restin av manningini handan ?Britain?s Got Talent? ikki vóru nóg dugnalig til at hjálpa Susan Boyle, tá ið hon vónbrotin bleiv send heim úr sendingini.
Meira kann lesast um hugsanir og kenslur hjá Simon Cowell á www.dailymail.co.uk