Simme verður heiðraður

Ein av okkara størstu sangskrivarum gjøgnum tíðirnar verður heiðraður í Norðurlandahúsinum 30 . januar, tá sangkórið Glymur skipar fyri heiðurstiltakið fyri Simma.

Simme var í nógv ár í miðdeplinum av føroyskum tónleiki, og skrivaði nøkur av okkara best dámdu løgum, løg sum Rasmus. ið hann skrivaði saman við Birna Dam og Tveir fjarðar.

Á konsertini verður høvið at hoyra fleiri ymsar tónleikarar tulka og framføra verk eftir Simma,

Simme hevur verið virkin í tónleiki í meir enn eina hálva øld. og er hetta eitt kvøld, ið er sprotti úr gleðini at uppliva og framføra verk eftir Simma, og ein roynd at sýna honum takksemi fyri framúr avrik hansara í tónleika- og mentanar søgu Føroya

Meira verður at frætta um solistar o.a. sum fer at henda hetta kvøldið.