Simme áttati

Lag: "Hví"

Hann hevur gingið her altíð

hann býarmynd er

so hópur av fólki eru samd við mær her

hann ímyndin er fyri tónleikalív

í Føroyum sum heild og í Tórshavnar bý

Hví ..........

Tí Simme hann fyllir nú áttati ár

tað sæst næstan ikki, tí hann hevur øll hár

hann gongur, hann svimur , ei byrsan fær frið

og Connie er alíð við hansara lið.

Hví..........

Tí tónleikalívið tað krevur sín mann

við freistingum sínum tú drukna skjótt kann

tá gott er at hava ein vin undir lið

sum stuðlar , og sum tú kanst tosa væl við.

Hví...........

Ja , hví tosa øll nú um íbirtarar

og nevna ei Simma og hansar guitar

tann tónleikamenning vit síggja í dag

er grundað á birting sum hann fekk í lag.

Hví........

Men tónleikur er ei tað einasta her

eitt navn kemur fram: "Byrsumúli" tað er

her syngjast kann leingi , tí søgan er long

so stutt sagt: "Hann Simme er still going strong!"

Hví.......

Ein Føroyamynd fyllir nú áttati ár

tá vit sungu "Rasmus" tað var sum í gjár

tillukku vit ynskja og takk fyri tað

tú gav okkum øllum heilt til henda dag.

Hví.......
--------
RoMBi mai 2012