Simme fær heiðursgávu landsins

Tað var Simme Arge Jacobsen í Havn, sum fekk Heiðursgávu Landsins á samkomuni í Sjónleikarhúsinum í kvøld.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum handaði honum virðislønina. Hann segði millum annað, at Simme Arge Jacobsen fær heiðurslønina fyri at hava slóðað fyri føroyskum populertónleiki, fyri at seta føroysk orð á hendan tónleik og fyri at gera løg.

– Hann hevur myndað tónleika lívið frá byrjan í útvarpinum. Ungdómurin fekk við Simma eina rødd, sum hevur staðið ímóti tíðarinnar tonn. Løgini eru partur av grundarlagnum undir føroyskum populertónleiki. Vit kenn tey øll og syngja tey í felagsskapi og veitslulag, segði Jenis av Rana.

@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }div.Section1 { }