Tað letur til, at argjamenn av álvara eru ressaðir við, eftir at fleiri nýggir spælarar í summar eru komnir at hjálpa til.
Leygardagin vann AB 4-0 á útivølli ímóti NSÍ, og í kvøld vann AB 5-1 ímóti teimum næstbestu hjá HB í Gundadali. Talan var um útsettan dyst frá 13. umfari.
AB er á fimta plássi við 25 stigum. Tað eru fýra stig fram til B71, ið er næstfremst. AB og B71 hittast á Sandi í 27. og síðsta umfari, sum verður 30. oktober. Tað er møguleiki fyri, at talan tá verður um finalu um at flyta upp. Men nú fæst at síggja. Tað eru framvegis nógvir dystir um stig, sum skulu spælast, áðrenn 30. oktober og 27. og síðsta umfar.
Stóri maðurin í Gundadali í kvøld var Símin Hansen, sum í vetur flutti úr B71 og til AB. Í kvøld skoraði hann trý mál, og nú hevur hann tilsaman skorað sjey mál.
Símin skoraði øll trý málini í fyrra hálvleiki. Tá ið ein tími var farin, økti ein av nýggju monnunum Mads Zaar um munin til 4-0. Tíggju minuttir undan leikloki økti innskifti Rói Klakkstein Vilhelm um munin til 5-0, og fimm minuttir undan leikloki minkaði Eliesar Clementsen um munin, so úrslitið varð 5-1.
HB hevur 18 stig og er tvey stig frammanfyri KÍ. Aftast er FC Suðuroy við 13 stigum.
AB fær leygardagin vitjan av EB/Streymi, og HB fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.










