Símin Hansen til HB

Fyrrverandi B71 leikarin spælir komandi kappingarár við HB

Mynd: www.hb.fo

Stór útskifting verður í HB hópinum til komandi kappingarár. Felagið hevur í vetur sagt farvæl við fleiri leikarar sum seinastu árini hava havt týðandi leiklutir á liðnum.

 

Og ístaðin eru fleiri nýggj andlit á HB liðnum. Flestu av nýggju andlitunum eru ungir og evnaríkir leikarar sum eru uppaldir í HB, men eisini onkrir nýggir eru komnir uttanifrá.

 

Í kvøld boðar HB frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Símin Hansen, sum áður hevur spælt fyri B71, B36 og Víking.

 

HB heimasíðan skrivar um tilgongdina:

Símin Hansen sum í skrivandi stund er 33 ára gamal, er ein royndur revur í Føroyskum fótbólti. Fyri uttan av hava umboða barndómsfelagið, B71, hevur skopuningurin eisini spælt fyri Víking, B36 og AB.

 

Símun er offensivur leikari sum kann spæla bæði í álopinum og á miðjuni. Tey sum høvdu leitað sær í Gundadal undanfarna leygardag, kundu síggja Símun Hansen rættiliga vísa seg fram í venjingardysti móti KÍ.

 

Á okkara unga og partvís óroynda liði, er tað útmerkað at fáa tilgongd av tílíkum royndum leikara sum hevur roynt seg í topp fótbólti síðan 1998.

 

Vit ynskja Símun Hansen hjartaliga vælkomin í Havnar Bóltfelag, og gleða okkum hann tørna út í reyð/svørtu blusuni í komandi tíð.

Mynd: www.hb.fo

Mynd: www.hb.fo

Mynd: www.hb.fo

Mynd: www.hb.fo

Mynd: www.hb.fo