Simeone: Vit býta fegnir um

Chelsea vilja fegnir fáa Diego Costa, og vit ynskja Fernando Torres, viðgongur Atletico Madrid venjarin, Diego Simeone.

Chelsea vilja fegnir fáa Diego Costa, og vit ynskja Fernando Torres, viðgongur Atletico Madrid venjarin, Diego Simeone.

 

Chelsea roknar við at spanski áleyparin, Diego Costa, verður høvuðskeypið í summar, og Diego Simeone viðgongur, at hann hevði ynskt at fingið Fernando Torres aftur til Atletico Madrid.

 

Atletico Madrid venjarin, Diego Simeone, hevur váttað Chelsea áhuga í áleyparanum, Diego Costa, og sigur, at Fernando Torres hevði »elskað« at komið aftur til Atletico Madrid.

 

Chelsea roknar við at spanski áleyparin, Costa, verður høvuðskeypið í summar, og Simeone sigur, at hann vil eggja Costa til, um hann ynskir at flyta til Stamford Bridge.

 

Torres, sum hevur havt tað trupult í London eftir at verða blivin dýrasti spælari í Onglandi, hevði líka møguleikanum at venda aftur til Madrid, har hann byrjaði karrieruna, vil Simeone verða við.

 

Tey bæði feløgini møta hvørjum øðrum í hálvfinalunum til Champions League, fyrri dysturin verður á Vicente Calderon komandi viku, og tað verður fyrstu ferð, at Torres vendir aftur til Atletico Madrid heimavøllin, síðani hann fór haðanri til Liverpool í 2007.